At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Virðislønti týski filmurin ”Fabian oder Der Gang vor die Hunde” byggir á moralfábulin hjá Erich Kästner frá 1931, sum lýsir tíðina beint undan at Hitler kemur til maktina.

Vit eru í Weimarrepublikkini. Hin vónbrotni Fabian, ið hevur verið hermaður, droymir um at gerast rithøvundur. Um dagin livir hann tó av at skriva vánaligar reklamutekstir fyri sigarettir, og í desperatum vónloysi kastar hann seg út í dekadenta náttarlívið í Berlin. 

Her møtir hann undurføgru Corneliu, sum fær hann at sleppa øllum bondum til veruleikan og ynskjum um eina normala tilveru. Men kann eydnan vara við í eini ótryggari tíð, har einstaka menniskjað eins og týska samfelagið, sum í eini faustiskari pakt, rekur móti tiltakandi desperatión?

Við ótamdari stílblanding, frenetiskari klipping og frítt flótandi tíðarlinjum gevur leikstjórin, Dominik Graf (f.1952) og klipparin Claudia Wolscht okkum eina hypermodernaða og avantgardistiska útgávu av klassisku søguni hjá Erich Kästner (1899-1974) úr týsku millumkrígstíðini, haðani vit eisini síggja originalupptøkur úr samtíðini.

- Ein stórfilmur um Weimarrepublikkina, skrivar Politiken.

Filmsfelagið 9/2 kl 20:00 Fabian: Going to the Dogs (Dominik Graf, Týskland 2021 176 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo