Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Føroya Handverksmeistarafelag heldur tað vera stórt spell, at arbeiðið at bjóða út svimjihøllina í Runavík ikki bleiv skipað á nøktandi hátt. Talan er um eina stóra verkætlan, sum fleiri fyritøkur høvdu áhuga í og fegnar vildu bjóða upp á.

Føroya Handverksmeistarafelag heitti á sínar limir um ikki at bjóða upp á arbeiðið, tí útbjóðingartilfarið rætt og slætt var ov ógreitt. Tá ið tú sum fyritøka bjóðar upp á eina so stóra verkætlan, mást tú vita, hvat tað er, tú bjóðar upp á. Endamálið við at gera útboðstilfar er júst at tryggja, at arbeiðstakari og byggiharri hava eina felags fatan av, hvat arbeiðið fevnir um, og hvørjar skyldur teir hava mótvegis hvør øðrum.

Sambært ásetingunum um byggiharrans útboð skal útboðstilfarið vera greitt og eintýðugt. Hetta fyri at minka um vandan fyri, at misskiljingar taka seg upp undir tilboðsarbeiðinum, sum elva til trupulleikar eftir at avtalan er undirskrivað og arbeiðið farið í gongd. Er útboðstilfarið ógreitt, er stórur vandi fyri, at ósemjur um tulkingar darva byggiarbeiðið og kunnu elva til, at arbeiðið verður nógv dýrari enn ætlað. Hetta hava vit tíverri alt ov nógv dømir um.

Útboðstilfarið til arbeiðið at byggja svimjihøllina í Runavík var ov ógreitt og illa frágingið av danska ráðgevanum og føroyska byggiharraráðgevanum, sum hevur ráðgivið kommununi. Í fleiri arbeiðstøkum vóru stórir manglar, nøgdarlistar vóru ófulfíggjaðir, og spurningar blivu ikki svaraðir. Til dømis var Trú- og heiðurváttanin, sum tilboðsgevararnir skuldu skriva undir, á donskum og fevndi knappliga um renovering og umbygging av Engskolen! Hvør hesin Engskolen er, vita vit ikki, men hann hevur so onki við svimjihøllina í Runavík at gera.

At byggiharraráðgevin, sum kommunan keypir sær ráðgevingina frá, ikki eingong hevur rættað navnið á verkætlanini í skjølunum, sum skulu undirskrivast, sigur ikki so lítið um standin á útboðstilfarinum. Føroya Handverksmeistarafelag harmast um, at Runavíkar kommuna skal hava verið so óheppin við teirra ráðgeving, at tað ikki hevur eydnast at hava eitt útboð sum vanliga ganga væl uppá eina annars góða verkætlan.

Eftir at Handverksmeistarafelagið gjørdi kommununa varuga við trupulleikarnar, vórðu rættingar gjørdar, men tá freistin kom at lata tilboð inn, vóru framvegis fleiri villur og ógreið viðurskifti í útbjóðingartilfarinum. Tí avgjørdi felagið at mæla limunum frá at bjóða upp á arbeiðið at gera svimjihøllina í Runavík. Tá útboð eru so ótrygg sum hetta, koma limafyritøkurnar at bera ein óneyðuga stóran fíggjarligan váða og kunnu koma sær út í óføri.

Føroya Handverksmeistarafelag harmast um, at kommunan ikki valdi at útseta freistina fyri at fáa útboðstilfarið upp á pláss. Hetta hevði neyvan tikið meira enn 1-2 vikur, og so kundi arbeiðið trygt verið boðið út uttan misskiljingar og til gagns fyri bæði borgarar, kommunu og fyritøkur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo