Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar frá Runavíkar kommunu í sambandi við eina umsókn um byggiloyvi til neyst. Í framhaldi av klaguni hevur umboðsmaðurin kannað málsviðgerðina hjá kommununi av umsóknum um byggiloyvir til neyst.

Klagarin søkti í mars 2021 um byggiloyvi til neyst, men hevði í mai 2022 enn ikki fingið svar frá Runavíkar kommunu.

Runavíkar kommuna greiddi frá, at Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin høvdu samtykt á fundi í mars 2020 at endurskoða reglurnar fyri neystabygging. Arbeiðið var ikki komið á mál, og umsóknir um byggiloyvir til neyst vórðu lagdar í bíðistøðu, til uppskotið um endurskoðan av byggisamtyktini varð liðugt viðgjørt og samtykt av býráðnum. Hetta hevði Runavíkar kommuna ikki kunnað klagarin um.

Sambært Runavíkar kommunu lógu 13 umsóknir um byggiloyvi til neyst í bíðistøðu, íroknað umsóknina hjá klagaranum. 9 umsøkjarar høvdu fingið einsljóðandi móttøkuváttan, men onga kunning um bíðistøðuna og orsøkina til hana, 2 umsøkjarar høvdu hvørki fingið móttøkuváttan ella kunning um bíðistøðuna, meðan 2 umsøkjarar høvdu fingið noktandi svar vísandi til endurskoðan av byggisamtyktini. Hóast noktandi svarið stóðu umsóknirnar hjá hesum báðum eisini í bíðistøðu. 4 av umsøkjarunum høvdu, sambært skjalayvirlitinum, sent áminningar til Runavíkar kommunu, men ikki fingið svar.

Umboðsmaðurin helt hetta als ikki vera nøktandi og gav Runavíkar kommunu eina átalu fyri ikki at hava svarað og kunnað klagaran og hinar umsøkjararnar um, at umsóknir teirra vórðu settar í bíðistøðu, orsøkina til bíðistøðuna, og nær svar kundi væntast.

Tær 13 umsóknirnar høvdu, sambært skjalayvirlitinum, ligið uttan viðgerð í longri tíðarskeið, í onkrum føri síðani 2020. Umboðsmaðurin viðmerkti, at kommunan hevði skyldu at viðgera umsóknir um byggiloyvi til neyst eftir galdandi lóggávu og innan rímiliga tíð. Í sambandi við at Runavíkar kommuna hevði ætlanir um at broyta byggisamtyktina viðvíkjandi neystabygging, átti hon at farið fram eftir røttum mannagongdum. Umboðsmaðurin vísti á, at um ein kommuna hevur byggisamtykt í umbúna, hevur hon, sambært § 8 í býarskipanarlógini, møguleika at biðja landsstýrið um at nokta fyri nýtslu, ið verður hildin at vera ósamsvarandi ætlaðu byggisamtyktini. Runavíkar kommuna hevði ikki nýtt hesa mannagongd, tá umsóknirnar vórðu settar í bíðistøðu.

Umboðsmaðurin helt tað vera sera átaluvert, at Runavíkar kommuna hevði lagt umsóknina frá klagaranum og hinar umsóknirnar um byggiloyvi til neyst í bíðistøðu og ikki viðgjørt tær sambært galdandi lóggávu og innan rímiliga tíð.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Runavíkar kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av umsóknunum um byggiloyvi til neyst og mælti Runavíkar kommunu til at endurskoða mannagongdir sínar í sambandi við byggimálsviðgerð.

Av tí at umboðsmaðurin helt talan vera um, at álvarslig mistøk vóru framd í hesum máli, kunnaði hon, sambært § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini, formansskapin í Løgtinginum, løgmann og landsstýrismannin í Kommunumálum (Umhvørvis- og Vinnumálum) um málið. (LUM 22/08550)

Álitið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo