Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Vága kommunu í sambandi við eitt byggimál.

Klagarin førdi í klagu sínari fram, at Vága kommuna hevði nýtt ov langa tíð at avgreiða málið.

Tá klagað varð til umboðsmannin, vóru stívliga 3 ár gingin, síðan klagarin sendi inn umsókn sína um byggiloyvi til Vága kommunu.

Soleiðis sum málið var lýst, kundi umboðsmaðurin staðfesta, at málsviðgerðin hjá Vága kommunu av málinum í trimum umførum hevði ligið still.

Í fyrsta umfari lá málið stilt í uml. 7 mánaðir vegna avgreiðslu av eini marknaáseting, ið Umhvørvisstovan stóð fyri, og sum Vága kommuna frammanundan hevði kunnað klagarin um. Umboðsmaðurin helt í hesum førinum, at avgerðin hjá kommununi um at steðga málinum fyribils var grundað á saklig viðurskifti.

Í øðrum umfari lá málið stilt í 6 mánaðir, eftir, at Kærunevndin í lendismálum hevði tikið avgerð um, at heimvísa málið til nýggja viðgerð hjá Vága kommunu.

Umboðsmaðurin helt, at grundgevingin hjá Vága kommunu, fyri at steðga málinum í 6 mánaðir, ikki stóð í mát við tær væntanir, ið klagarin av røttum átti at havt um, at kommunan uttan ógrundaðan steðg fór undir at málsviðgera málið av nýggjum. Harafturat helt umboðsmaðurin tað verða í stríð við góðan fyrisitingarsið, at klagarin í hesum tíðarskeiði onga kunning fekk um orsøkina til, at kommunan valdi at steðga málinum ella kunning um, nær ein avgerð kundi væntast í málinum.

Í triðja umfari lá málið eftirfylgjandi stilt í uml. 1 ár, til fundur var millum klagaran og Vága kommunu um málið. Vága kommuna hevði greitt umboðsmanninum frá, at starvsfólkahópurin hjá Vága kommunu í hesum tíðarskeiði var nógv broyttur, og at eitt nú hetta hevði ávirkað málsviðgerðartíðina.

Umboðsmaðurin gjørdi í hesum sambandi vart við, at ein myndugleiki hevur skyldu at skipa síni viðurskifti soleiðis, at eitt nú broytingar í starvsfólkahópinum nerva vanligu málsviðgerðina hjá myndugleikanum sum minst.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Vága kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum. Álitið varð samsvarandi § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini sent formansskapinum í Løgtinginum, løgmanni og landsstýrismanninum í kommunumálum.

Les álit her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo