Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

22 kvinnur og menn bjóða seg fram til at umboða teg og meg í einum av Føroya størsta fíggjarsamtaki. Men hvat standa hesi fólk fyri? Hvørjar ætlanir hava tey? Hvør av teimum umboða míni sjónarmið best?

Næstu tvær vikurnar fer umboðsráðsval fram til Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum er hægsti myndugleiki – hóast við skerdum rættindum – í einum av Føroya stórstu fíggjarsamtaki, hvørs eginogn nærkast 4 mia. kr.

22 kvinnur og menn – øll helst bæði vitug og skilagóð – bjóða seg fram at umboða teg og meg. Vanliga verður tú gjøgnum sosialar miðlar, meyl, smsir og/ella telefon/samrøður biðin um at stuðla einum ávísum valevni. Men veitst tú, hvat ”títt” valevni stendur fyri?

Andrass Skaalum hevur sett valevnunum nakrar viðkomandi spurningar á VP, og fari eg at taka undir við honum og mæla øllum 22 valevnunum alment at siga okkum veljarum frá, hvat tit standa fyri.

Johan Petersen, eri ikki uppstillaður, men var umboðsráðslimur 2012-18

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo