

Nýggj kanning, sum størsta tíðarritið í Týsklandi, Auto Motor & Sport, hevur gjørt vísur, at luftin sum kemur úr nýggjum dieselbilum er reinari enn tann sum verður tikin inn.
«Tá talan er um fokdust, so er eingin ivi: Diesel-bilurin skal úr garasjuni og inn í býin», skrivar leiðandi týska biltíðarritið Auto Motor & Sport í seinastu útgávuni.
Tíðarritið hevur gjørt kanning sum longu hevur vakt uppmerksemið. Hon vísur nevniliga at bilar við nýggjum dieselmotori eru við til at «reinsa» luftina tá ið nógv fokdust er.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo