Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Frimodt Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Lántøka til Eystur- og Sandoyartunlarnar

Spurningar:

1. Hevur landstýrismaðurin kannað møguleikan at umfíggja lánsavtaluna til Eystur- og Sandoyartunlarnar?

2. Eru ætlanir um at kanna møguleikan at umfíggja tunlarnar?

3. Er nøkur forðing fyri at umfíggja tunlarnar?

Viðmerkingar:
Í løgtingslóg nr. 54 frá 6. mai 2016 § 2, stk. 3 stendur, at felagið kann taka lán og ábyrgdarlán við at útskriva lánsbrøv til verkætlanina. Landsstýrismaðurin skal í síni heild góðkenna lánstreytirnar.

Treytirnar eru broyttar munandi, síðan lán varð tikið. Tosaði við ein, sum hevur við Femern sambandið millum Danmark og Týskland at gera. Sum eg havi skilt, so er leisturin fyri fígging fyri Femern og Eystur- og Sandoyartunlarnar tann sami. Talan er um almenn partafeløg, og lánið skal niðurgjaldast við brúkaragjøldum.

Femern ætlanin kostar um 60 mia. kr. og varð roknað við, at tað tók 35 ár, til hon var goldin. Roknaða rentan væntaðist at skula liggja um 3%. Nú avtalurnar eru komnar upp á pláss, vísir tað seg sum, at rentan er negativ og at afturgjaldstíðin er stytt frá 35 árum til 25 ár, grundað á rentustøðið.

Nú tað vísir seg, at nýtslustigið av tunlunum er í lægra lagi, grundað á príspolitikk, so kundi tað verða áhugavert at fingið útgreinað, um kanningar hava verið, sum kunnu gera, at nýtsluprosentið fer upp.

Á Løgtingi, 1. oktober 2021
Frimodt Rasmussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo