Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á Ramsarfundinum sum var í Mykinesi fyrr í septembur varð nógv tosað um slitið á náttúruna sum vaksandi ferðavinnan hevur elvt til.

Nógv túsund fólk vitja oynna hvørt summar og fleiri teirra fara gongutúrin út í Hólm.

So nógv, at gøtan hevur verið meira eitt runudíki enn ein gøta í alt summar.

Á fundinum kom fram, at fleiri hildu best mann vera at stongja fyri øllum at sleppa út í Hólmin næsta ár.

Við VP sigur Eddie Lauritsen, sum er ein av eigarunum, at okkurt má gerast øðrvísi tí tað sum hevur verið í summr ber ikki til.

- Tríggjar ferðir komu ferðafólk til skaða og tá okkurt meiri álvarsamt hendir, um onkur til dømis fer útav, tá kann alt gera tað sama kortini, heldur hann.

Eitt uppskot sum hevur verið frammi er at seta kikarar upp so tey vitjandi kunnu hyggja niður yvir Lamban og út í hólmin.

Eitt annað er at gera Mykineshólm til eitt útferðarmál fyri tey fáu sum vilja gjalda nógv fyri at sleppa harút. Men ongin endalig avgerð er tikin enn sambært Eddie Lauritsen.

- Eg havi kanska sjálvur verið ein sum ikki hevur verið so sinnaður at stongja Hólmin. Eg haldi, at tað skal vera gjørligt at uppliva okkara vøkru náttúru. Men um stemningurin er soleiðis, at best er at stongja fyri atgongd, so skal eg ikki forða fyri hesum, sigur hann við VP.

Hagastýrini fara at taka endaliga avgerð um málið seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo