Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Umhvørvisstovan: P/F Luna hevur lagt eina sólorkuskipan á tekjuna á landstøðini hjá felagnum í Miðvági. Sólorkuskipanin er uppbygd av 528 sólpanelum. Mønin á bygninginum vendir suður-norður og tí liggja sólpanelini á eystur- og vestursíðuni, 264 á hvørjari síðu. Samlaða ársframleiðslan verður uml. 120.000 kWt.

Sambært § 16 í elveitingarlógini skal umhvørvisárinsmeting gerast og góðkennast, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður givið.

Í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri umhvørvið.

Av tí at sólpanelini eru løgd á tekjuna á einum verandi bygning eru tey ikki mett at hava stóra ávirkan á landslagið ella lívfrøðiliga margfeldi á staðnum. 

Tað verður ikki mett, at ampar verða av óljóði ella skuggakasti frá sólpanelunum. Ein simulering er gjørd fyri at kanna møguligar ampar av afturskini frá sólpanelunum. Afturskin stendist av, at sólarljós verður speglað av einum luti.

Umhvørvisárinsmetingin er almenn og kann síggjast her (niðast á síðuni).

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast. Her er almenna lýsingin

Freistin til hoyringarsvar er 24. august 2022. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo