Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SEV hevur í dag fingið boð frá Elveitingareftirlitinum á Umhvørvisstovuni um at rætta roknskapin hjá dóttirfelagnum partafelagnum Vindfelagnum í Húsahaga. SEV verður biðið um skjótast gjørligt at rætta avrokningina við dóttirfelagið soleiðis, at hon er gjørd sambært galdandi ásetingum í prísavtaluni millum Vindfelagið í Húsahaga og SEV.

Talan er um tilsamans 4,5 milliónir krónur sum SEV hevur goldið dóttirfelagnum ov nógv árini 2014 til 2019.

Avroknar SEV meira enn avtalan sigur, so er tað eitt slag av stuðli sum verður latin dóttirfelagnum, sum hevur vunnið eitt útboð um at framleiða streym úr vindi í Húsahaga í kapping við aðrar.

VP hevur skrivað um málið áður, les millum annað:

SEV fingið freist frá Umhvørvisstovuni

Vindorkan verður rætt avroknað

SEV vil sleppa at rinda vinddótturfelag hóast eingin vindur er

SEV hevur rindað egnum dóttirfelag ov nógv í mun til prísavtalu

Vindfelagið í Neshaga misti part av framleiðsluni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo