Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Umhvørvisstovan: Áðrenn loyvi kann vera latið til framleiðslu av ravmagni, skal felagið gera eina umhvørvisárinsmeting, sum viðger hvørji árin ætlaða verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi, og skal umhvørvisárinsmetingin vera góðkend av Umhvørvisstovuni. Felagið skal eisini hava umhvørvisgóðkenning til verkætlanina.

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri vindmylluverkætlanina hjá P/F Magn í Flatnahaga. Harafturat hevur felagið fingið umhvørvisgóðkenningin til verkætlanina.

P/F Magn ætlar at seta eitt vindmylluverk upp í Flatnahaga, vestan fyri oyggjarvegin. Talan er um seks Enercon-vindmyllur (E82) upp á 3,0 MW hvør. Hæddin á torninum er 78 m, tvørmátið á veingjunum er 82 m, og samlaða hæddin er 119 m. E-82 vindmyllurnar eru framleiddar og góðkendar til strangasta vindklassan. Vindmyllurnar kunnu framleiða orku, tá ið vindferðin er millum 2,5 m/sek og 34 m/sek. Samlaði mátturin er 18 MW og met verður at tær fara at framleiða umleið 64 GWh av grønari orku um árið. Tað svarar til elnýtsluna hjá 12-15.000 húsarhaldum.

Árinsmetingin hjá P/F Magn viðger hvørja ávirkan vindmylluverkið kann hava á náttúru og umhvørvi. Hugt verður eftir, hvussu vindmyllurnar síggjast í landslagnum, og mett verður, um vindmyllurnar fara at elva til ampa av óljóði, skuggakasti og endurskini. Gjørd er frágreiðing um lívfrøðiliga margfeldið í økinum, har mett verður um ávirkan á djóra- og plantulív.

Plantur og skordýr í økinum eru øll vanlig í Føroyum og ikki hótt. Vindmyllurnar kunnu møguliga ávirka fugl, men lítið av fugli er í økinum frammanundan

Óljóð frá vindmyllum stavar í høvuðsheitum frá veingjunum. Skuggakast kemur mest fyri, tá sólin stendur lágt á luftin og sólin skínur ígjøgnum veingjabreiðið hjá myllunum.

Mett verður ikki, at skuggakast ella endurskin frá vindmyllunum verður til ampa. Tað er ikki mett at ampi verður av óljóði í verandi bústaðarøkjum. Tó vísa simuleringar, at óljóð frá vindmyllunum verður omanfyri markvirðið í parti av øki, sum er ætlað til bústaðarbygging, sambært byggisamtyktini hjá Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommuna metir ikki, at bygt verður í hesum øki komandi 20 árini. Hetta er nærri lýst í góðkenningini.

Vindmyllurnar síggjast, frá ymsastaðni á Argjum, á Norðasta Horni, frá Hotel Føroyum og tær verða eisini sera sjónskar ymsastaðni í Havnardali.

Í umhvørvisárinsmetingini hevur Umhvørvisstovan sett ávísar treytir til Magn, ið skulu tryggja at árini á náttúru verður minst møguligt, og at fylgt verður við gongdini hjá fugli í økinum.

Í Umhvørvisgóðkenningini verða treytir settar til raksturin, um óljóð, skuggakast og annað.

Umhvørvisárinsmetingin sæst her.

Góðkenningingarskrivð til umhvørvisárinsmetingina sæst her.

Almenna kunngerðin um góðkenning av umhvørvisárinsmeting sæst her.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her.

Almenna kunngerðin um umhvørvisgóðkenningina sæst her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 18. september 2020.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo