Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Gigni: Vit vita, at yvirvekt er ein avbjóðing, eisini hjá okkum føroyingum, og kanningar vísa, at hetta er ein vaksandi avbjóðing. Fólkaheilsuráðið gjørdi eina stóra fólkaheilsukanning í 2019. Har sær man yvirskipað, at BMI’ið er hækkað hjá føroyingum frá 2015 til 2019. BMI’ið hjá vaksnum skal helst liggja ímillum 18,5 og 24,9. Hjá børnum er BMI kurvan øðrvísi. Tískil tosa vit her um persentil har 5-85 persentil er normal vekt, ≥85 persentil er yvirvekt og 99+ persentil er ógvuslig yvirvekt.

Í 2019 vóru tað 69% av vaksnum monnum og 56% av vaksnum kvinnum, ið hava eitt BMI á 25 ella hægri, ímeðan talið í 2015 var ávikavist 66% hjá monnum og 51% hjá kvinnum. Í hesi kanningini hava fólk sjálvi givið upplýsingar um hædd og vekt, so hugsast kann, at støðan er enn verri.

Hendan avbjóðingin rakar eisini børn og ung í Føroyum. Børn, sum hava ment eitt ov høgt BMI, verða ofta avmarkað í rørslu, spæli og ítrótti, umframt at vera í vanda fyri at menna lívsstílssjúkur, lágt sjálvsvirði, sosiala avbyrging v.m.

Heilsufrøðingar viga øll børn í Føroyum regluliga og kunnu tíðliga staðfesta, um børnini eru við at gerast ov feit. Vit hava tíverri einki nøktandi tilboð at vísa hesum børnum og foreldrum teirra til.  

Skúlaárið 2021/22 taldu vit tølini saman fyri øll skúlabørn í 1. og 9. flokki í Føroyum.

Vit síggja, at í 1. flokki vigaðu 34,8% av øllum dreingum ov nógv, meðan 15,3% av teimum høvdu ógvusliga yvirvekt, tvs. persentil 99+. Hjá gentunum vigaðu 28,1% ov nógv og av teimum vóru tað 15,1%, sum høvdu ógvsuliga yvirvekt, tvs. persentil 99+.

Um vit hyggja at 9. flokki, so síggja vit, at 26,2% av dreingjunum og 27,0% av gentunum viga ov nógv. Av teimum høvdu 5,9% av dreingunum persentil 99+, meðan 14% av gentunum høvdu persentil 99+.

Tað er sera tupult at sleppa av við yvirvekt, tá hon fyrst er komin. Kroppurin roynir at verja og varðveita sín feittmassa. Tískil er tað sjálvandi sera týdningarmikið við góðari fyribyrging og við einum nøktandi viðgerðartilboði, tá tørvur er á hesum.

Tá tað er sagt, so er tíðin nú komin til, at almennu Føroyar taka henda trupulleika í álvara. Vit liggja næstovast á listanum yvir yvirvekt í øllum Europa, og vit kunnu ikki longur bara hyggja at. Vit í Gigni ynskja at vera við til at menna eitt tilboð til børn og foreldur teirra fyri at hjálpa teimum at fáa normala vekt.

Gigni ynskir eisini, at almennu Føroyar orða ein kostpolitikk í Føroyum, og at vit arbeiða meira tilvitað við at hjálpa børnum og ungum at fáa góðar og sunnar kost- og rørsluvanar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo