Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin fyrst landsynningur, seinni útsynningur. Mesti vindurin um middagsleitið, tað verður eisini mesta avfallið og hitin alt samdøgrið um 8 stig.

Týsdagin og mikudagin hvassur vindur ella skrið av útsynningi, mikudagin av útsynningi og vestri, ælaveður men eisini onkrir sólglottar og hitin 6 - 8 stig.

Hósdagin minkar hann sum frálíður vindin av vestri, ælaveður fyrrapartin men seint seinnapartin slítur í og hann snarar í beinan eystan. Hitin 5 - 7 stig.

Fríggjadagin aftur strúkur í vindi, fyrst av eystri, seinni av landnyrðingi, regn ella ælaveður til middagsleitið, tá slítur í. Hitin verður hin sami, 5 - 7 stig.

Næsta vikuskiftið verður merkt av ein umleypandi veðri. Leygardagin gul til stívt andøvsgul høgt, men sunnudagin hvassur vindur ella skrið lágt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo