Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Royndar- og menningarverkætlanin við sálarfrøðingi í skúlanum á Skúlatrøð er gott og væl hálvt annað ára gomul. Partur av uppgávuni hjá Thorvaldi Danielsen, sálarfrøðingi, er at vitja flokkar. Endamálið við vitjanunum er at greiða næmingum frá, hvør uppgávan hjá skúlasálarfrøðinginum er, á hvønn hátt hann kann hjálpa, og so lutvíst eisini at greiða frá ymiskum sálarfrøðiligum evnum, sum eru uppi í tíðini. Í fyrsta umfari hevur hann raðfest at vitja flokkarnar í hádeildini, men ætlanin er at vitja allar árgangir.

- Tað er sera umráðandi at tosa við næmingar um sálarheilsu, og at greiða teimum frá, at sumt av tí, sum teir kenna sær, er púra vanligt og ikki ein diagnosa, sum summi teirra í fyrsta umfari kanska halda. Eg royni at normalisera tað, sum fyri summi tykist at vera álvarsamt. At tað er natúrligt at vera kedd, bangin, nervøs, tung í huga í tíðarskeið og eisini at hava ótta í tíðarskeið. At vera bangin at skulu leggja okkurt fram í skúlanum ella fara til próvtøku til dømis.

Nógv er frammi í dag um angist, og serliga næmingar í hádeildini vita nógv um angist, tunglyndi og annað. Teir kenna til ymsu eyðkennini og leita sær vitan á netinum, og nógv hava tørv á at tosa við onkran.

- Tá eg tosi við teir um hetta ymiska, sum teir kenna til, og greiði frá, hvat eyðkennir tað, so leggi eg meg eftir at fáa tey at skilja, hví tey føla, sum tey føla. Við at seta orð á slík evni í undirvísing og uppleggum kunnu vit normalisera ymsar kenslur, sum eru so vanligar og hoyra lívinum til í tíðarskeið, men sum næmingar ræðast onkursvegna. At lofta slíkum so tíðliga sum til ber, áðrenn tað verður verri, kann fyribyrgja. Fyribyrging er ein stórur partur av mínum arbeiðsøki, og upplýsing í sjálvum sær kann vera fyribyrgjandi.

Næmingar eru ógvuliga hugaðir at tosa um sálarfrøðilig evni og sálarheilsu sum heild. Og nógvir næmingar í hádeildini skriva uppgávur ella verkætlan um sálarfrøðilig evni.

- Eg havi varhugan av, at tey tosa nógv sínámillum um sálarheilsu, kanska ikki so nógv í undirvísingini. Teir tíma øgiliga væl at tosa um hesi viðurskiftini, tá ið eg havi upplegg fyri teimum.

Les samrøðu við Thorvald Danielsen í Skúlablað nr 2, 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo