Umhvørvisstovan: Tey, ið ætla at skipa fyri nýggjársbáli, mugu biðja um loyvi frá kommununi.
At brenna bál er hugnaligur siður. Men verður ikki rætt farið fram, kann sót og eitrandi evni í roykinum elva til heilsuskaða.
- Áðrenn bálið verður kynt, er umráðandi at fáa loyvi frá kommununi til at brenna størri bál, so sum nýggjársbál. Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmát, eru at rokna sum stór bál.
- Tá bál verður kynt, er umráðandi einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar og er ætlað sum brenni. T.d. træplattar, trækassar og greinar, og ikki at brenna burturkast, ið kann dálka ella vera til skaða ella ampa.
- Tá bálið er slóknað, er umráðandi at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina.
Um bál elva til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt, og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.
Endamálið við at brenna bál má tó ongantíð verða at sleppa sær av við stórar nøgdir av burturkasti.
Ert tú ein teirra, sum ætlar at skipa fyri einum nýggjársbáli, skal tú venda tær til kommununa og biðja um loyvi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo