Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Uttanríkis- og Mentamálaráðið: Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett Unu Joensen í starvið sum rektari á Glasi.

Una Joensen er 55 ára gomul og útbúgvin búskaparfrøðingur - Cand. Oecon, umframt at hava tikið fleiri longri leiðsluskeið. Eisini hevur hon námsfrøðiliga útbúgving – bæði ástøðiliga og verkliga partin.

Una Joensen hevur drúgvar royndir frá privatari vinnu, almennari fyrisiting, undirvísing, umframt royndir frá nevndum og ráðum. Hon hevur undirvíst bæði á Føroya Handilsskúla og á Glasi í støddfrøði og altjóða búskapi. Hon hevur viðkomandi leiðsluroyndir eitt nú sum deildarstjóri í Mentamálaráðnum og deildarleiðari á Samfelagsdeildini á Glasi í nøkur ár.

Síðan 1. juli í ár hevur Una Joensen verið virkandi rektari á Glasi, umframt at hon hevur røkt farloyvisstarvið sum undirvísingarstjóri fyri gymnasialt miðnám.

Una Joensen byrjar í starvinum sum rektari beinanvegin, t.v.s. frá 4. oktober 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo