Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Undantaksstøða er sett í gildi í Nýsælandi eftir at herviligt ódnarveður hevur herjað, serliga á norðaru oynni.

Myndugleikarnir í Nýsælandi siga, at ongin veit at siga um slíkt óveður áðrenn.

- Vatnflóð, skriðulop, oyðilagdir vegir og infrastrukturur er tað, vit noyðast at liva við beint nú, segði Kieran McAnulty, sum er ráðharri við ábyrgd av vanlukkum sum hesi. Nærum 60.000 fólk hava ongan streym.

Hetta er triðjuferð í landsins søgu, at Nýsæland er í undantaksstøðu. Tær báðar fyrru ferðirnar vóru í samband við korona farsóttina í 2020 og so tá ein álopsmaður drap fleiri muslimar uttanfyri eina mosku í Christchurch í 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo