Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin, hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir.

Vágatunnilin
Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2015 gjørdist eitt avlop á 0,3 mió. kr., sum er 3,4 mió. kr. verri enn árið fyri, tá avlopið var 3,7 mió. kr.  Umsetningurin  var  13,4 mió. kr. í 2015 og  18,9 mió. kr. í 2014.  Í Vágatunlinum koyrdu 681.673 akfør gjøgnum tunnilin, 15.216 fleiri enn í 2014, ein vøkstur  á 2,3%.  Hetta svarar til, at tað koyrdu 1.865 akfør í miðal um samdøgrið.

Á seinasta aðalfundi tann 14. apríl 2015 varð viðtikið, at P/F Vágatunnlin skuldi lata landinum tunnilin við ársenda í ár. Spurningurin er síðani blivin umrøddur millum Henrik Old landsstýrismann og umboð fyri P/F Vágatunnilin.

Landsstýrismaðurin hevur boðað felagnum frá, at Vágatunnilin ikki skal latast landinum í ár.

Norðoyatunnilin
Ársúrslitið í  P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 4,8 mió. kr., sum er 3,6 mió. kr. betur enn 2014, tá avlopið var 1,2 mió. kr.  Umsetningurin var 24,3 mió. kr. í 2015 og 23,4 mió. kr. í 2014.  Í Norðoyatunlinum koyrdu 899.800 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 6,6% í mun til 2014, tá 843.645 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan hevur í 2015 verið í miðal 2.463 akfør/samdøgur í mun til 2.310 akfør/samdøgur í 2014.

Miðalprísur
Miðalprísurin, sum hvørt akfar hevur goldið í 2015, var kr. 53,82 (kr. 26,91 hvønn vegin) í Norðoyatunlinum og kr. 38,96 (kr. 19,48 hvønn vegin) í Vágatunlinum. Nevndirnar viðgera við jøvnum millumbili, um grundarlag er fyri at broyta prísirnar.

Nevndirnar afturvaldar
Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita  Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og  Hera M. Hammer  sum næstformanni.

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo