Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Almanna- og Mentamálaráðið: Føroyska UNESCO-nevndin var fríggjadagin 21. apríl á fundi við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum. Á fundinum kunnaði nevndin landsstýriskvinnuna um virksemið hjá nevndini og um hvørjar ætlanir liggja fyri framman.

UNESCO er ST-stovnur fyri útbúgving, vísindi og mentan. Endamálið hjá UNESCO-nevndini er at vera ráðgevi hjá landsstýrinum, at fremja UNESCO-arbeiðið í Føroyum, og at vera bindilið millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.

Uppgávurnar hjá UNESCO-nevndini er at kunna um UNESCO og arbeiða við UNESCO-málum í Føroyum. Í fjør mælti UNESCO-nevndin landsstýrinum til at taka undir við UNESCO-sáttmálanum um at verja og fremja mentanarliga margfeldið og uppskot um undirtøku fyri sáttmálanum verður í løtuni viðgjørt í Løgtinginum. UNESCO-nevndin hevur eisini mælt landsstýrinum til at Føroyar gerast partur av millumtjóða havgranskingarsamstarvinum í ST-nevndini undir UNESCO, IOC.

Harafturat samstarvar føroyska nevndin við aðrar UNESCO-tjóðarnevndir, serliga tær norðurlendsku tjóðarnevndirnar.

- UNESCO er ein millumtjóða felagsskapur, ið hevur alstóran týdning, ikki bara fyri samstarvið innan virkisøkini útbúgving, vísindi og mentan, men eisini fyri frið og trygd í heiminum. Eg eri sera fegin um, at Føroyar hava sína egnu rødd á hesum altjóða palli, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Landsstýriskvinnan í mentamálum setir UNESCO-nevndina við umboðum fyri stovnar og feløg innan virkisøkini útbúgving, vísindi, mentan og samskifti. Nevndin er tilnevnd fyri 4 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo