Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá arbeitt var við fíggjarætlanini fyri 2022 gjørdi Tórshavnar býráð av, at tiltakið Ung í arbeiði ikki verður í ár. Ung í arbeiði varð upprunaliga sett í verk, tá tað var trupult hjá ungum at finna sær eitt arbeiði í summarfrítíðini, og soleiðis sleppa at royna seg í arbeiðslívinum.

Tiltakið hevur øll árini verið vælumtókt, men støðan á arbeiðsmarknaðinum er ein heilt onnur nú, enn tá tiltakið byrjaði. Í dag starvast nógv ung í síni frítíð í m.a. handils- og matstovuvinnuni.

Og nú støðan við koronu er broytt, er væntandi, at ferðavinnan tekur dik á seg aftur, og fer hetta at hava við sær ein vaksandi tørv á arbeiðsmegi í summar. Fyri ikki at kappast við privatu vinnuna um avmarkaðu arbeiðsmegina, gjørdi býráðið tí av ikki at skipa fyri tiltakinum Ung í arbeiði í 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo