Kendur venjari úr Premier Leauge vitjar U15 og U17 felagsliðið hjá TB, FC Suðuroy og Royn.
Í viku 22 er ítróttarøkið á Eiðinum í Vági karmur um spennandi vitjan fyri leikararnar hjá U15 og U17 í Suðuroynni. Tað er skotin Alan Irvine, sum er fyrrverandi yrkisleikari og síðani bæði ungdómsvenjari, hjálparvenjari og eisini høvðusvenjari í Premier Leauge, sum kemur hendavegin at venja og vegleiða ungdóminum.
Tankin við vitjanini er at geva ungdóminum innlit í tey krøv og venjingar, sum eru sett til ungdóm í feløgum, ið hava yrkisleikarar, samstundis sum Alan kemur at greiða frá fyri venjarum í feløgunum í Suðuroynni um sítt lív sum fótbóltsleikari og venjari, umframt spæliskipanina við 3 verjuleikarum.
Tað eru ungdómsvenjararnir og ungdómsdeildirnar í TB, FC Suðuroy og Royn, sum saman við Finn Johannessen, hava fingið vitjanina í lag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo