Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Manchester United fær tað neyvan lætt at koma víðari frá fimta umfari í FA-cup. Liðið skal aftur til London, hesaferð til Stamford Bridge.

Fimta umfar í FA-cup er sett til vikuskiftið 15.-18. februar, tá Manchester United hevur eina harða skrá.

Tann 12. februar leikar United heima móti PSG í Champions League, tann 24. februar bíðar oddaliðið Liverpool á Old Trafford. Tveir dystir móti Crystal Palace og Southampton verða so avloystir av PSG úti tann 6. mars, Arsenal úti tann 10. mars og Manchester City heima tann 16. mars, sambært VG

Bristol City - Shrewsbury ella Wolverhampton
Wimbledon - Milwall
Doncaster - Crystal Palace
Middlesbrough ella Newport - Manchester City
Chelsea - Manchester United
Swansea - Barnet ella Brentford
Portsmouth ella QPR - Watford
Brighton ella West Bromwich - Derby

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo