Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fótbóltssamband Føroya: Enn eitt kappingarár er um at byrjað, og spenningurin økist.

Lat okkum taka samanum, fyrst við at hyggja eftir farna ári, og síðani hvat vit kunnu vænta í 2023.

Í fjør vóru 432 lið tilmeldaði í landskappingini, sum er nakað fleiri enn árið fyri. 290 lið vóru tilmeldað innan mansfótbólt og 142 lið innan kvinnufótbólt, og í ár sær út til, at luttøkan verður eitt lítið vet hægri.

Í Betri Deildini hjá monnum vann KÍ sera sannførandi meistaraheitið við 25 sigrum og tveimum javnleikum. Víkingur fór avstað við silvur, meðan HB vann bronsu.

Í Betri Deildini hjá kvinnum megnaði KÍ eisini at endurvinna meistaraheitið, meðan NSÍ gjørdist nummar 2 og HB nummar 3.

Og í steypakappingunum fingu vit tvær spennandi finalur, bæði kvinnum og monnum. Hjá kvinnunum vann KÍ ein tepran 2-1 sigur á HB, og hjá monnum vann Víkingur 1-0 á klaksvíkingum.

Í finaluni um Løgmanssteypið – framman fyri fleiri enn 4.000 áskoðarum – var tað ikki fyrr enn seint í dystinum at alt varð avgjørt við brotssparki, sum Sølvi Vatnhamar setti í netið.

Spurningurin er so, hvør vinnur kappingina í ár, og verða nýggj met sett? Alt er opið og alt kann henda. Tað er júst hetta sum ger kappingina spennandi.

Tað er okkara vón, at vit fáa tvær minst líka spennandi finalur aftur í ár, og at finaluliðini veruliga gera hendan dagin til sín egna dag við øllum tí, sum har til hoyrir.

Í fjør luttóku fýra føroysk lið, KÍ, HB, Víkingur og B36, í Evropeisku kappingunum hjá monnum, umframt KÍ hjá kvinnum.

Úrslitini í 2022 vóru sum heild góð, og mannsliðið hjá KÍ var nær við at røkka bólkaspælinum í UEFA Conference Leauge.

Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri Føroyar, at føroyska lið fáa góð úrslit í evropeisku kappingunum, og vit skulu gera alt fyri at varðveita tey fýra plássini, sum vit hava í løtuni.

Sæð við landsliðsbrillum, hilnaðiast farna kappingarár eisini væl. Menninir stóðu seg væl í UEFA Nations League, við millum annað einum góðum sigri á Turkalandi. Føroyar endaðu nummar 3 í bólkinum, ájavnt við Luksemborg, sum gjørdist nummar 2.

Kvinnulandsliðið var í einum sterkum HM-undankappingarbólki, men framgongdin var at hóma, samstundis sum úrslitini í Baltic Cup og í venjingardystunum vóru sera góð, við sigrum á Lettlandi, Andorra og Gibraltar.

Í ár verður landsliðsárið minst líka umfatandi, og sum nakað nýtt skulu kvinnurnar nú spæla UEFA Nations League. Ein kappingarleistur, ið passar okkum væl, og spennandi verður at fylgja við, tá lutakastið verður í mai mánað.

Hjá monnum eru tíggju dystir á skránni – 8 EM-undankappingardystir, og tveir venjingardystir, sum vera ímóti Norðurmakedónia og Noregi.

Í fjør tók FSF avgerð um at víðka landsliðsvirksemið, til eisini at hava U16-landslið við bæði gentum og dreingjum. Endamálið er at økja um tilboðið hjá hesum ungu spælarunum, so tey kunnu fáa fleiri landsdystir, samstundis sum tey mennast sum fótbóltsspælarar.

FSF arbeiðir miðvíst við at menna gentu- og kvinnufótbóltin, og í ár vera vit vertir fyri UEFA Share seminari, har evnið verður kvinnufótbóltur.

Mítt hjartamál hevur altíð verið, at vit skulu fáa fleiri børn og ung at spæla fótbólt, samstundis sum tey eisini skulu trívast og mennast. Tað er tískil sera týdningarmikið, at tey hava góðar umstøður, við góðum venjarum, og vit fegnast tí yvir, at FSF hevur møguleikan at stuðla hesari menning, so vit eisini í framtíðini kunnu geva teimum ungu dygdargóðar venjingar.

Eg eri sannførdur um, at føroyingar í 2023 fara at fáa nógvar og góðar upplivingar á øllum stigum innan føroyskan fótbólt, ið samstundis fer at gera okkum errin av, at vit eru føroyingar.

Við hesum orðum fari eg at ynskja øllum eitt gott kappingarár.

Christian F. Andreasen
FSF-forseti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo