Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvis tað virkuliga  er, sum vágaportalurin citerar KVF fyri, at órímulig uppundirtøka og annar kynsligur ágangur er heilt vanligt á føroyskum arbeiðsplássum, so áttu tey fólk, sum eru offur, heldur at melda og herja á "krenkaran" enn at fortelja slík leysa-tíðindi fyri kringvarpinum, sum heilt ódokumenterað slatur.

Hvør stovnur hevur talt og gjørt kvalificeraðan statistikk yvir naskan atburð, og nær er uppundirtøku-kanningin gjørd?

Henda ógvisliga nýpuritanska bylgjan, sum í løtuni brýtur um alt Europa í kjalarvørrinum á tí frelstu "Me-too"-rørsluni, er eftirhondini við at fara heilt yvir gevind og líkist beinleiðis heksa-jagstran.

Moraliserandi journalistar válka sær dúgliga og grýta við nógvum gróti.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo