Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Harðskapurin, sum seinastu árini er farin at eyðmerkja arbeiðið hjá politinum alt meira, var nærum ongin hetta vikuskiftið. Vakthavandi á politigarðinum í Havn upplýsir, at burtursæð frá einum máli fríggjakvøldið, sum í løtuni verður kannað nærri, so var púra friðarligt, hóast nógv fólk var í býnum.

- Men tað vóru vit eisini, og tað vísir seg at kyrra um tað skuldi verið onkur ósemja á veg, sum seinni kundi enda við einum harðskapsmáli, sigur vakthavandi.

Ein bilførari varð tikin í Eysturoynni síðstu nátt fyri rúsdrekkakoyring.

Tað sum gjørdi hetta vikuskiftið øðrvísi enn so mong onnur var, at ein lívleysur maður varð funnin á Eystaruvág í Havn í gjár. Líksýn skal gerast av manninum, men fyribils er onki sum bendir á, at nakað brotsverk er framt í hesum sambandinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo