Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sudurras.fo: Ár um ár veksur talið av útlendingum, sum koma til Vágs at uppliva nýggjárshaldið í Vági, og í ár var onki undantak.

Nýggjársaftansdag hittu vit Marko, sum saman við konu síni, er komin úr Meksiko býi til Vágs at uppliva nýggjárshaldið í Vági.

Marko hevði hoyrt um stórslidna nýggjárshaldið í Vági, og greiddi hann frá, at tá hann so sá filmsupptøkur á Youtube við stórari faklagongu, báli, víkingabáti og fýrverki, so mátti hann bara koma til Vágs at uppliva hetta og sleppa at bera fakkul.

Marko var eisini í stóru faklagonguni, sum í ár taldi 160 menn og kvinnur. Og hóast tað kendist tungt at bera, so kom Marko eisini á Tríkantin við faklinum.

- Onkur spurdi, um hann skuldi bera fakkulin fyri meg, men eg eri ikki komin allavegin úr Meksiko fyri at lata onkran annan bera fakkulin á mál, greiddi Marko frá eftir faklagonguna.

Eftir faklagonguna, sálmasangin, bálið og stóra fýrverksshowið fingu vit orð á Marko, sum segði, at hetta var tað mest ótrúliga hann hevði upplivað í lívinum.

- Hetta er svakt, óveruligt, heilt ótrúligt – og hetta er ein av størstu upplivingum í mínum lívi, segði Marko

Nógvar tjóðir til nýggjárshaldið í Vági

Umframt Marko og konuna, úr Meksiko, so vóru eisini fleiri aðrar tjóðir til nýggjárshaldið í Vági. Fólk vóru m.a. úr USA, Belgia, Italia, Sveits, Hong Kong, Onglandi, Íslandi, Norra, Svøríki og Danmark.

Í ár stroymaði Visit Faroe Islands eisini frá nýggjárshaldinum í Vági og rakk nýggjárshaldið sostatt út til fólk kring allan Heim, og fer hetta uttan iva eisini ávirka áhugan fyri at vitja nýggjárshaldið í Vági komandi árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo