Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Feløgini í samtakinum hava havt aðalfund, og samlaða úrslitið eftir skatt var 35,1 mio kr.

Samlaði umsetningurin var 887 mio kr., og til lønir og hýrur vóru 301 mio kr. rindaðar.

Í landskassan vórðu rindaðar 103 mio kr sum tilfeingis- og kvotagjald.

Besta úrslitið í samtakinum hevði felagið JFK knappar 30 mio kr. eftir skatt.

Úrslitið hjá felagnum Kósin var uml. 4 mio kr. eftir skatt, og úrslitið hjá felagnum P/f Næraberg var 1 góð mio. kr.

Havast skal í huga, at úrslitið hjá P/f Nærabergi skal síggjast í mun til eitt tilfeingis- og kvotagjald upp á 97 mio kr.

Tá ið talan er um at keypa kvotur á uppboðssølu, er sera trupult at meta um fíggjarligu avleiðingarnar, tí keypt verður, áðrenn keyparin er vitandi um søluprís og m.a. oljuprís.

Tað vísti seg eisini, at tað, sum varð latið fyri kvoturnar á uppboðssølu, var heldur nógv í mun til tað, sum fiskurin kundi seljast fyri.

Mett verður at úrslitið hjá JKF verður á sama støði í ár, sum í fjør og at úrslitini hjá Kósini og Næraberg verða betri.

Einki vinningsbýti verður goldið út, tí alt avlopið verður nýtt at styrkja samtakið við, serliga nú JFK-Trol hevur skrivað undir sáttmála at byggja nýggjan trolara, sum skal tryggja virksemið hjá felagnum komandi nógvu árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo