Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ítróttarsamband Føroya: Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 14 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og bólkar. Samanlagt er talan um stuðul til 11 einstaklingar og 3 lið.

Íðkarar og lið umboðandi 7 sambond fáa stuðul úr Úrvali í 2023. Í hesum sambandi kann nevnast, at íðkarar frá Styrkisambandi Føroya hava fingið stuðul úr Úrvali fyri fyrstu ferð. Harumframt hava íðkarar og lið frá bogaskjóting, flogbólti, fimleiki, hondbólti, svimjing og taekwondo fingið stuðul úr Úrvali í 2023.

Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.

- Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.

28 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2023, og søkt var um tilsamans 5 milliónir krónur.

Niðanfyri sæst, hvussu stuðulin er býttur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo