At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Amerikanska uttanríkisráðið hevur heitt á allar amerikanskar ríkisborgarar, sum eru staddir í Ukraina um at rýma úr landinum alt fyri eitt. Orsøkin er hóttanin frá Russlandi um eina innrás.

Í samrøðu við NBC News sigur Joe Biden, forseti, at alt kann enda í ruðulleika hvørja løtu.

- Landið kann blíva hertikið av Russlandi hvørja løtu, og vit koma ikki at bjarga tykkum, segði hann millum annað.

Tað eru góðar tvær vikur síðani, at USA gav familjunum hjá øllum starvsfólkunum á amerikansku sendistovuni í Kijev boð um at koma heim.

Ukraina vil sleppa uppí Nato, men tað vil Russland ikki góðteka og hevur sett 100.000 hermenn framvið markinum ímillum londini. Russland hóttir við einum hernaðarligum svari, um Ukraina fer uppí Nato. Limalondini í Nato siga, at tað er ikki upp til Russland at gera av, um Ukraina verður partur av Nato.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo