USA fer aftur undir royndir við kjarnorkuvápnum eftir ein steðg í 33 ár.
Tað hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, givið boð um, sigur hann á sínum sosiala miðli, Truth Social.
Avgerðin er tikin fáar dagar eftir at Russland gjørdi royndir við kjarnorku rakettum.
Donald Trump segði, hann helt tað vera ópassandi av Russlandi at taka upp aftur hesar royndirnar. Hann segði, at Vladimir Putin heldur skuldi hugsavna seg um at enda kríggið í Ukraina.
Seinast USA royndarsprongdi kjarnorkuvápn var í septembur 1992. Tað hendi undir jørð í statinum Nevada.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



