Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Helst var tað ein ukrainsk loftverjurakett sum av misgávum endaði í Póllandi og har drap minst tvey fólk. Tað er ósannlíkt, at tað var ein russisk rakett, tað sigur USA nú, eftir at spenningurin hevur verið stórur síðani í gjár. tá hendingin fór fram.

Orsøkin til, at spenningurin hevur verið stórur er, at Pólland er eitt Nato land. Og grein fimm í sáttmálanum, sum tey 30 Nato londini hava sínamillum sigur, at verður eitt Nato land álopið, so er tað eitt álop á øll londini.

Amerikanski forestin Joe Biden hevur eftir at hava ráðført seg við síni embætisfólki í nátt sagt, at tað er ósannlíkt at talan var um eina russiska rakett. Eisini pólski forsetin Andrzej Duda royndi á sínum fyrsta tíðindafundi eftir hendingina at sissa fólk.

Tað hevur eisini verið frammi, at helst var tað ein ukrainsk loftverjurakett sum av misgávum endaði í Póllandi.

- Tað er onki sum bendir á, at hetta fer at endurtaka seg, og tað er heldur ikki vist, at talan var um eina russiska rakett. Men tað kanna vit nú, segði hann millum annað.

Russland segði beinanvegin, at talan ikki var um eina russiska rakett, men talan var um eina roynd frá Ukraina og vesturheiminum at víðka kríggið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo