At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russland gjørdi roynd við interkontinentalum ballistiskum missili, meðan Joe Biden forseti var í Ukraina, skrivar CNN.

Men royndin miseydnaðist, sambært tveimum navngivnum keldum.

USA fekk boð um royndina frammanundan, og keldurnar siga, at royndin var ikki nøkur hóttan móti USA. USA metti heldur ikki at talan var um eina eksalering av krígnum.

SARMAT-missilið, sum Vesturheimurin umtalar sum «Satan 2», er eitt missil sum hevur eitt skotmál á 17.000 kilometrar, og kann útgerast við kjarnorku.

Putin hevur gjørt roynd við missilinum fyrr, men hann nevndi einki um seinastu royndina í taluni í gjár, sum vardi í ein tíma og 45 minuttir, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo