Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Fá eina serliga og persónliga útbúgvingartilgongd, har fokus er sett á teg og tína persónligu og fakligu menning. Tú verður búgvin og víðariment innan mest viðkomandi økini í tínum starvi. Tú fert at trívast uppaftur betur í starvinum og verður styrkt sum sparringspartnari hjá bæði leiðara og starvsfeløgum. Tilmeldingarfreistin er 18. januar og bert fá pláss eru eftir.

Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði, so tú kanst fáa lærutilgondina at passa inn í ein gerandisdag, har nógv er at gera. Afturmeldingarnar siga, at hetta er tann besta lærutilgongdin.

Kom við á hesa læruríku og persónligt mennandi útbúgvingina sum byrjar 20. januar 2016 (sjálvlestrarmodul) og endar 17. juni 2016 viå prógvhandan.  Fyrsti undirvísingardagur er 26. februar.

Útbúgvingin vendir sær til skrivarar, samskiparar, móttøkufólk, verkætlanarskrivarar, leiðsluskrivarar, advokatskrivarar, læknaskrivarar, hjálparfólk á skrivstovum og onnur í líknandi størvum.

Tak faldara niður um útbúgvingina HER ella les á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo