Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Í næstum kann føroysk fryst fiskavøra útflytast til Hollands, fyri seinni at verða útflutt til Russlands beinleiðis frá frystigoymslum í Hollandi, uttan at koma aftur til Føroya.

Hetta er í stuttum tað, ið nýtt uppskot til umlastingarcertifikat, ið russiski matvørumyndugleikin, Rosselkhoznadzor hevur fyrisligið og sum Heilsufrøðiliga starvsstovan í dag hevur viðmælt.

Útflutningurin úr Føroyum til Hollands, verður á vanliga preeksport certifikatinum til EU, sum so verður grundarlagið hjá Hollendsku myndugleikunum, um vøran seinni skal til Russlands.

Nýggja skipanin verður sett í verk í Føroyum, tá tingini eru sett í verk, millum russiskar- og hollendskar myndugleikar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo