





Hagstovan: Nú bert ein mánaði manglar í uppgerðini fyri 2020, sæst at útflutningsvirðið av fiskavørunum er minkað 11% samanborið við sama tíðarskeið í 2019. Um vit samanbera við 2018 er tað vaksið 7%.
Hinvegin hevur nøgdin av útfluttum fiskavørum ongantíð verið størri, 4% størri enn í 2019 og 14% størri enn í 2018.
Størsta minkingin er í útflutningi av laksi. Her eru bæði virði og nøgd minkað 16%. Tað eru 600 mió. kr. og 10 tús. tons.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo