Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 6,7 milliardir krónur. Hetta eru 1,6 milliardir krónur, ella 32%, meira enn sama tíðarskeið í fjør. 

Útflutningurin av makreli er vaksin nógv í tíðarskeiðnum, tí makrelkvotan varð fiskað seinni í fjør, enn vanligt er.

Laksaútflutningurin heldur fram at vaksa. Hetta tíðarskeið er útflutt fyri 3 milliardir krónur. Virðið er hækkað 707 milliónur krónur ella 30%. Prísurin er góður, tí nøgdin er minkað við 5 túsund tonsum ella 12%.

Gongdin er góð fyri tosk og hýsu. Útflutningsvirðið er hækkað 214 milliónir krónur, ella 42%, fyri tosk og 60 milliónir krónur, ella 63%, fyri hýsu. Nøgdirnar av toski og hýsu eru vaksnar ávikavist 15% og 14%.

Útflutningurin til Russlands var 19 milliónur krónur í juli 2022. Hetta er næstan alt brennievni og onnur útgerð til russisk skip.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo