Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan:  Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 2,1 milliard krónur 12-mánaðarskeiðið frá mars 2022 til februar 2023 samanborið við undanfarna skeið.

Útflutningurin í februar er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið mars 2022 til februar 2023 samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Virðið vaks fyri øll fiskasløg uttan sild, meðan nøgdin samlað minkaði 3%.

Útflutningur av laksi vaks við 831 milliónum krónum ella 17 prosent. Men nøgdin minkaði góð 11 túsund tons ella 13 prosent.

Næststørsti vøkstur er 'Annar fiskur'. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 807 milliónir krónur, ella 58 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 43 prosent.

Útflutningurin av toski vaks 282 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 32 prosent. Nøgdin vaks 6 prosent. 

Prísurin á toski og upsa heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur verið tann sami síðani summarið 2022.

Útflutningurin til Russlands
Útflutningurin til Russlands minkaði nógv á vári í fjør. Tó er útflutningsvirðið nú á sama støði sum áðrenn februar 2022.

Mynd niðanfyri vísir mánaðarliga útflutningin til Russlands og Evropa.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp. Í februar var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 105,4 milliónir krónur. Í februar í fjør var útflutningurin 58,8 milliónir krónur.

Sum sæst á mynd niðanfyri, sveiggjar útflutningurin av uppsjóvarfiski nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. 

Vørubólkurin 'aðrar vørur' fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum. Í februar var útflutt fyri 12,4 milliónir krónur av øðrum vørum. Hetta er vanligt fyri februar mánað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo