Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan:  Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 2,1 milliard krónur 12-mánaðarskeiðið frá februar 2022 til januar 2023 samanborið við undanfarna skeið.

Útflutningurin í januar er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið februar 2022 til januar 2023 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið. Hóast ein vøkstur á 23 prosent er nógv, tikist tað, sum vøksturin er minkandi.

Virðið vaks fyri øll fiskasløg, meðan nøgdirnar einans vuksu fyri tosk, hýsu og svartkjaft.

Útflutningur av laksi vaks við 920 milliónum krónum ella 20 prosent. Men nøgdin er minkað, góð 10 túsund tons ella 12 prosent.

Næststørsti vøkstur er "Annar fiskur". Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 728 milliónir krónur, ella 54 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 33 prosent.

Útflutningurin av toski vaks 282 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 22 prosent. Nøgdin vaks 7 prosent. Prísurin á toski hevur ongantíð verið so høgur sum nú.

Talvan niðanfyri vísir útflutningin í nøgd frá februar 2022 til januar 2023 samanborið við undanfarna skeið.

Útflutningurin til Russlands
Útflutningurin til Russlands minkaði nógv á vári í fjør. Seinastu mánaðirnar hevur útflutningurin ligið undir 200 milliónum krónum.

Hinvegin vaks útflutningurin til Evropa (uttan Russland) munandi. Útflutningurin til Evropa var 647,4 milliónir krónur í januar 2023. Í januar í fjør var útflutningurin til Evropa 460 milliónir krónur.

Myndin niðanfyri vísir mánaðarliga útflutningin til Russlands og Evropa.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp, men er minkaður nakað samanborið við undanfarin ár. Í januar var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 140,4 milliónir krónur. Í januar í fjør var útflutningurin 114,5 milliónir krónur.

Sum sæst á myndini niðanfyri, sveiggjar útflutningurin av uppisjóvarfiski nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. 

Vørubólkurin "aðrar vørur" fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum. Í januar var útflutt fyri 5,4 milliónir krónur av øðrum vørum. Hetta er vanligt fyri januar mánað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo