Hagstovan: Samlaði vøruútflutningurin minkaði 1,2 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá juni 2020 til mai 2021 samanborið við undanfarna skeið.
Tað svarar til eina minking á 13%.
Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1 milliard krónur, sum svarar til eina minking á 12%.
Útflutningurin í mai er nú gjørdur upp. Í talvuni niðanfyri sæst útflutningurin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.
Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum.
Laksaútflutningurin minkaði 350 milliónur krónur, sum er 9%. Hetta hóast nøgdin var næstan tann sama, ella 1% størri.
Útflutningurin av toski er minkaður 25% í virði og nøgdin er minkað 27%.
Útflutningurin av slógvi og fiskaúrdráttum er minkaður nógv. Virðið er minkað niður í helvt og nøgdin er minkað 73%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo