Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í sambandi við, at Bókadeildin gevur út nýggja upprunaføroyska ungdómsbók, verður skipað fyri útgávutiltaki týskvøldið 3. mai kl. 20 í Reinsarínum í Havn.

Nýggja bókin kallast Sólgrátur, og Ingun Christensen hevur skrivað.

Skrá
- Bókadeildin bjóðar vælkomin
- Eyð Matras hevur samrøðu við høvundin
- Ragnar Finnson spælir nøkur løg

Um bókina
Aud er 15 ár og ættleidd. Hon heldur, at lívið er strævið. Í skúlanum rópa tey ymiskt eftir henni. Eisini er Aud kedd um mammuna, sum ofta liggur í songini.

Hon kennir seg einsamalla og ger sær nógvar tankar um Kolumbia, haðani hon er ættleidd. Støðan verður ikki betri, tá ið hon byrjar at fáa ólekkur boð inn á telefonina frá ókendum nummari. Við eitt verður alt bara enn truplari enn frammanundan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo