Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í sambandi við, at Bókadeildin gevur út nýggja upprunaføroyska bók, verður skipað fyri spennandi og stuttligum útgávutiltaki fyri børn og vaksin. Bókin vendir sær serliga til børn 10-13 ára aldur, og tiltakið verður leygardagin 27. august kl. 15 í Margarinfabrikkini í Havn. Ódjór er ein ræðusøga, men snýr seg eisini um vinir og einsemi. Silja Aldudóttir hevur skrivað bókina um Astu, sum gongur í skúla í Havn. Bókin er flott og prýdd við tekningum eftir Bárð Dal Christiansen.

Skrá
- Panel við høvundi myndprýðara og ungum lesarum. Petur Háberg er vertur.
- Ung í Margarinfabrikkini spæla nøkur løg.
- Lær at tekna ódjór við Bárði DC.

Um bókina
Vatnflóð og jarðskjálvtar eru í býnum, men eingin veit hví. Úr sínum loyniliga træi sær Asta rotturnar tysja runt í viðarlundini. Í skúlanum droymir hon um, at takið sorlast niður í høvdið á teimum øllum. Undir asfaltinum og betonginum hóttir ein vera við at leggja allan býin í oyði. Ein dagin stendur Asta andlit til andlits við hana.
Ein søga um ódjórini, sum liva rundan um og innan í okkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo