Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovnunum er 1% við endan av triðja ársfjórðingi. Men verða útlánini frá donsku realkredittstovnunum tikin við, er útlánsvøksturin 4%. Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri triðja ársfjórðing 2020.

Vøksturin í útlánunum frá donsku realkreditstovnunum í 2020 er stórur, hann er 19% við endan av triðja ársfjórðingi, meðan útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovnunum er 1%, sí mynd 1 niðanfyri. Hetta dregur samlaða útlánsvøksturin til føroyskar kundar upp, soleiðis at hann er 4% frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans.

Hóast vøksturin í útlánunum til vinnuna sum heild hevur verið lágur, hava útlánini til gisti- og matstovuvinnuna, flutnings- og goymsluvinnuna, umframt fastogn (millum annað íløgur í gistihús), verið veksandi seinastu árini og er framvegis tað. Í triðja ársfjórðingi hevur útlánsvøksturin ligið um 10% til bæði fastogn og flutnings- og goymsluvinnuna, og um 30% til gisti- og matstovuvinnuna. Vøksturin í útlánum frá føroyskum peningastovnum til føroysku vinnuna undir einum, er 2% við endan av triðja ársfjórðingi 2020.

Sí frágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo