Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Suðuroyar Sjúkrahús og ferðaætlanin hjá Atlantic Airways

Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin – saman við restini av landsstýrinum - at loysa málið við, at læknar og sjúklingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru darvaðir av nýggju ferðaætlanini hjá Atlantic Airways?

Viðmerkingar:
Nýggja ferðaætlanin hjá Atlantic Airways ger, at nógvir suðuroyingar verða darvaðir.

Einasta flogfarið úr Danmark leygardag lendir í Vágum kl. 21:10, og Smyril fer av Havnini kl. 21:15. Tað ger, at suðuroyingar megna ikki at koma suður sama dag, sum teir koma heim úr útlondum.

Sunnudag er ferðaætlanin eisini broytt, soleiðis at suðuroyingar ikki náa flogfarið til Danmarkar, sum fer kl. 11:15.

Tað er bæði talan um sjúklingar og læknar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum verða raktir, umframt ikki so fáar suðuroyingar, sum arbeiða uttanlands.

Hetta kann ávirka sjúklingar, sum hava tað svárt frammanundan, tann skeiva vegin, umframt at útlendskir læknar í Suðuroynni og arbeiðandi suðuroyingar fáa verri treytir at virka eftir.

Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 10. februar 2022
Bjarni Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo