Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hóast bert 3% av bilunum sum koyra í føroysku undirsjóvartunlunum eru útlendskir, so standa teir fyri 5% av inntøkunum.

Tað upplýsir Uni Danielsen, tunnilsstjóri, fyri VP.

- Sostatt spjaða útlendsku ferðafólkini væl til raksturin av tunlunum, sigur hann.

Orsøkin til at útlendsku bilarnir gjalda 5% hóast bara 3% av bilunum eru útlendskir er, at útlendsku ferðafólkini ikki hava teknað hald og harvið koyra fyri sama bíliga prís sum nógvir føroyingar gera.

Í roknskapinum hjá tunlunum sæst, at akfør við útlendskum nummarspjøldrum, sum ikki hava hald, gjalda umvegis heimasíðuna. Ein møguleiki, sum fleiri útlendingar gera nýtslu av er, at teir knýta gjaldskort til gjaldsskipanina, og so hvørt teir koyra í einum gjaldstunli, verður tunnilsgjaldið tikið av kortinum.

Les eisini: 
Tunlarnir sett 50 mió kr í virðisbrøv
Vágatunnilin og Norðoyatunnilin tilsamans 4,4 mió kr í vinningi í fjør

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo