Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein harðskapstilburður á einum skonkistaði í Havn í gjár var av so mikið álvarsligum slagi, at politiið hevur ein mann sitandi í varðhaldinum fyri sonevndan kvalifiseraðan harðskap.

Hendingin fór fram um 10 tíðina í gjárkvøldið, tá tveir mans gjørdust óklárir, og annar tók eitt glas og slerdi hin við tí so fast at glasið brotnaði og blóði fleyt. Politiið varð boðsent, og annar maðurin var tikin við á støðina ímeðan hin fór á skaðastovuna, har hann fekk fleiri pentur.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at talan er um tveir útlendskar menn sum arbeiða í Føroyum. Tann sum framdi harðskapin skal fyri ein dómara í grundlógaravhoyring seinni í dag, har politiið fer at biðja um at varðhaldsfongslingin verður longd, ímeðan málið verður kannað nærri.

Annars varð eisini boðað frá einum lítlum eldi í Fuglafirði í gjárkvøldið. Eldurin var í eini skrellispann uttanfyri eini hús, men tey bóru skjótt at og sløktu eldin, so skaðin var avmarkaður til skrellispannina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo