Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Útlit eru til ein av teimum meira lívligu tingfundunum í dag.

Eitt andstøðuuppskot um fleiri lógarbroytingar, sum undir einum hava fingið heitið málið um sammøður, kemur til aðru viðgerð, og sostatt til atkvøðugreiðslu. Miðflokkurin hevur sagt, at verður málið samtykt, so er flokkurin ikki longur partur av samgonguni.

Ein avtala, sum bleiv gjørd tá samgonguskjalið bleiv undirskrivað, átti at tryggja, at málið ikki blívur samtykt, men tað er greitt, at í øllum førum ein í samgonguni, Jóhan Dahl í Sambandsflokkinum fer at atkvøða fyri. Annika Olsen í Fólkaflokkinum hevur sagt, at hon tekur undir við málinum, men er kortini komin við ábendingum um, at hon kennir seg bundna av samgonuavtaluni, og atkvøður tí ikki fyri málinum.

Tá Helgi Abrahamsen herfyri tók sæti í Fólkatinginum fyri Edmund, sum er farin í farloyvi, valdi hann kortini at halda fast við sín løgtinssess, tí annars hevði Eyðdis Hartman Niclassen komið inn fyri hann, og hon hevði atkvøtt fyri andstøðuuppskotinum um sammøður. Og tað ætlar Helgi Abrahamsen sær ikki at gera.

Tingfundurin byrjar klokkan 13.

Fylgjast kann við her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo