Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ósannindi mugu ikki standa ósvarað.

Formaður Javnaðarfloksins førir ferð eftir ferð fram, at landskassin bara økti útreiðslur landskassans 650 mió. kr., meðan CEF landsstýrið sat við valdinum.

Hetta er ikki rætt.

Borgarliga samgongan lat valdið frá sær í 2015, og hevði CEF landsstýrið valdið 4 ár fram.

Talan er um almenn tøl, og kunnu finnast í leiðslukunningarskipanini hjá landinum, og kunnu øll tí finna hesi faktatøl.

Í 2015 vóru útreiðslur landskassans 4.575 mió. kr.

Í 2019 vóru útreiðslur landskassans 5.424 mió. kr.

Also ein útreiðsluvøkstur á 849 mió. kr.

Afturat hesum flutti CEF útreiðslur til fólkapensjón frá landskassanum til Samhaldsfasta.

Í 2015 vóru goldnar 268 mió. kr. úr Samhaldsfasta.

Í 2019 vóru goldnar 568 mió. kr. úr Samhaldsfasta.

Also ein útreiðsluvøkstur á 300 mió. kr.

Samanlagt varð útreiðsluvøksturin hjá CEF tí 849+300=1.149 mió. kr.

Nakað av hesum vøkstri er sjálvsagdur, í og við at fólkatalið økist o.a, men at royna at reingja veruleikan klæðir ikki formanni Javnaðarfloksins.

Faktatøl eru faktatøl, og eru løtt at fáa til vega.

Tí er lætt at gjøgnumskoða slíka reingjan, við politiskum vinningi fyri eyga.

Brandur Sandoy

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo