Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Útreiðslurnar til eldraøkið, sum í hagtølunum kemur undir virkisøkið 'aldurdómur', eru vorðnar meira enn helvtina størri eftir bert seks árum.

Útreiðslurnar til eldraøkið vaksa munandi skjótari enn aðrar almennar útreiðslur, tí sama tíðarskeiðið eru samlaðu almennu útreiðslurnar vaksnar við 40 prosentum.

í høvuðsheitum fevna útreiðslurnar í bólkinum 'aldurdómur' um eftirlønir og fólkapensjón umframt útreiðslur til eldrabústaðir og eldrarøkt.

Útreiðslurnar til almannavernd telja minni í samlaðu almennu útreiðslunum í Føroyum, enn tær gera í Danmark og Noregi. Næstan 36 prosent av almennu útreiðslunum í Føroyum fara til almannavernd. Í Danmark og Noregi telur almannavernd ávikavist 42 og 39 prosent. Hinvegin telja útreiðslurnar til almannavernd bert 27 prosent í Íslandi. 

Umframt at skifta almennu útreiðslurnar á virkisøki kunnu tær eisini skiftast á geirar. Á niðastu myndini sæst, at stórur partur av útreiðslunum til 'aldurdóm' flytur í 2015, tá eldraøkið varð flutt frá geiranum 'landsfyrisiting og tænasta' til geiran 'kommunufyrisiting og tænasta'. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo