Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nakað av fiski kemur uppá land í vikuni sum kemur, metir Fiskamarknaður Føroya í síni seinastu meting sum er útgiving á heimasíðuni.

Tvey línuskip eru á Føroya Banka og eitt er vestanfyri. Øll landa í vikuni. Skipini fáa mest av hýsu og longu. Væntandi fer okkurt avstað í næstum. Fimm frystilínuskip fiska undir Føroyum, eitt er á Føroya Banka og eitt er undir Íslandi.

Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðrið verður brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri, men fiskaríið er smáligt og teir fáa fáa mest av hýsu.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa í vikuni. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar á Føroya Banka. Ein djúpvatnstrolari liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.

Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Fýra pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Okkurt parið fer út um vikuskiftið.  Tvey pør fiska gulllaks.

Tríggir trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni. Væntandi fer onkur avstað í vikuskiftinum.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo