At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Kringvarpið: Tá Finnbogi Joensen gróv út í túninum, kom ein elligomul grøv undan kavi.

Óvist er, hvør hevur ligið í henni. Seinni frættist, at skjøl finnast í Havn, sum vísa, hvør hevur ligið í henni.

Tað sigst, at bølmenni sluppu ikki í kristna jørð.

Tí kann vera, at grøvin, sum liggur langt frá kirkjugarðinum í Vestmanna, kann knýtast til ein stóran sjórænarabardaga, sum var á Vestmanna í 1615, tá tíggjutals sjórænarar blivu hongdir.

Finnur Koba hevur roynt at stykkja søgurnar saman.

Í leitanini fær hann eisini frænir av einum dýrgripi, skal liggja onkrastaðni í vestmannamoldini.

Útvarpsdokumentarurin, Grøvin undir grøna manninum, verður sendur í útvarpinum hósdagin kl. 17, men kann longu hoyrast her á netinum:

kvf.fo/sending/stakar-sendingar-utvarp

Beinta Brynhildardóttir Egholm hevur teknað myndina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo